11.09.2026

Broyttar upplatingartíðir

Vit hava havt eina avbjoðing við upplatingartíðunum í Húsinum í samband við 3. flokk, sum er tíðliga liðugur í skúlanum mána-, miku- og fríggjadag.

Vit harmast sjálvandi um, at tey ikki hava møguleika at koma beint í Húsið eftir skúlatíð, men mugu standa uttanfyri í ein heilan tíma og bíða til vit lata upp.

Við øllum møguligum fyrivarnum, fara vit nú at byrja at hava opið kl. 11.30 mána-, miku- og fríggjadag. Vit hava ikki fleiri tímar og ikki fleiri fólk, so hetta er ein innanhýsas umskipan, sum er rættiliga viðbrekin.

Men.....frá mánadegnum 28. september 2026 eru upplatingartíðirnar í Húsinum hesar:

Mánadag: 11.30 - 16.30

Týsdag: 12.30 - 16.30

Mikudag: 11.30 - 16.30

Hósdag: 12.30 - 16.30

Fríggjadag: 11.30 - 16.30

Fyribils er hetta galdandi fram til jólar